KLINGRA (FO/FI/DK/NO/EE)

Klingra er nýstovnaður tónleikabólkur, við royndum tónleikarum, ið hava spælt í bólkum sum Jack White, Savage Rose, Afenginn, Eivör og Teitur o.ö.   

Frumútgávan “…eftir” er júst útkomin, og bókurin hevur júst verið á sera væleyðnaðari útgávukonsertferð í Norðanlondum. Har ummælini hava verið sera góð. Eftir framförsluna á Spot festivalinum í Aarhuus, skrivaði Seismograf m.a.:

 "Eg fari at minnast ta margbroyttu stoffligheitina í hesi konsertini. Ljóðið sum var bæði hellismyrkt og ljóst sum himinin, sart og hart og næstan súmfoniskt í síni myndaskapandi góðsku. "


Gfrock skrivaði: 

"Frálík konsert, rólig, væl skipað og við tónlistarligum yvirskoti - men altso eisini við eini röð av royndum kreftum handan ljóðförini." 


Tað víðgonda og frígerandi í kvirruni hevur víst seg sera fruktagott fyri bólkin Klingra. Sprottin úr bólkinum Afenginn í 2020, blómar Klingra úr botni har alt óviðkomandi er lúka burtur.  Soleiðis skapar Klingra eitt egið rúm har limirnir við nærlagni rannsaka hvönn krók. 

 
Úr hesum rúmi, gjögnum sprungurnar í veggjunum, seyðrar ein ljóðmynd, sum er ein samanrenning av atmosferiskum poppi, klassiskum og elektroniskum tónleiki. 


Klingra hevur sítt útgangsstöði í Föroyum og virkar higani. Limirnir eru eru yrkistónlistafólk úr Föroyum, Danmark, Finnlandi, Estlandi og Noregi. 


Tónleikurin og tekstirnir á föroyskum eru nágreiniliga lagdir til rættis, í eini roynd at skapa eitt listarligt rúm, sum bæði er komplekst og kensluborið. 

Klingra vil bjóða lurtaranum inn í eina estetiska verð, sum skapar rúm til tankar og kenslur, har tíð og stað drukna í eini hugmynd. 

Genran sveimar á markinum millum klassiskan og rútmiskan tónleik, við löttum vavstri av elektronikki, inn í okkurt, sum kundi kallast “indie-klassikur” tónleikur. 

Keyp atgongumerki

200 (FO)

Annika Hoydal (FO)

Antti Paalanen (FI)

Axel Flóvent (IS)

Árstíðir (IS)

Beharie (NO)

Benjamin Rajani (FO)


Björn Hentze Bech (FO)

Bríet (IS)

Brimheim(DK/FO)

Byrta (FO)

Dania O. Tausen (FO)

Eivør (FO)

ELINBORG (FO)

Gabriel Gold (USA/IS)

Hialösa (SE)

Honningbarna (NO)

Høgni (FO)

Irene (FI)

Jazzygold (FO)

Kenton Slash Demon (DK)

KLINGRA (FO/FI/DK/NO/EE)

LA FLEUR (SE)

Lambrini Girls (UK)

Lucky Lo (SE/DK)

Marius DC (FO)

Marius Ziska (FO)

Nagirčalmmiid (NO)

Noise (FO/SCO)

Quinquis (FR)

PLAYMO (FO)

RSP (FO)

Saint Levant(PS/Fr)

Sakaris (FO)

Silvitni (FO/DE/CL)

Sons of the East(AU)

Soolking (DZ)

Spælimenn (FO)

Sturle Dagsland (NO)

Supervisjón (FO)

Tamara (FO)

Vágaverk (FO)

When Saints Go Machine (DK)

Yann Tiersen(FR)

2022

2021

2020

2019

2018

2017

2016