Vágaverk er samstarv millum tvær tær mest markantu synirnar, ið Vágoyggin nakrantíð hevur fostrað Sámal Ravnsfjall og Jóan Jakku Guttesen.
Nýggjasta útgávan Ivavegur var í uppskoti til fleiri FMA heiðurslönir í ár og annar oddamaðurin Jóan Jakku Guttesen fekk tónleikaheiðurin, fyri sítt arbeiði í m.a. Vágaverki, Tinganest, Guttesen og Stongum og sum einstaklingur.
Jóan Jakku gjördist kendur sum hövuðsmaður í slóðbrótandi föroyska kultbólkinum Tinganest, áðrenn hann sum einstaklingur gav flöguna Jakkin út.
Sámal Ravnsfjall er upprunaligi föroyski trubadururin eitt slag av föroyskum Bob Dylan. Hann hevur sungið, spælt gittar og munnharpu í ein mansaldur, livað sum götutónleikari í Suður Evropa og spælt sum einstaklingur og í bólkum.
Saman raktu Jóan Jakku og Sámal longu á fyrstu flöguni Vágaverk föroysku fólkasálina mitt á snútan, hetta er ikki bert serföroyskur tónleikur, hetta er Vágasoundið í sínum fullkomna líki. Síðan tá eru tvær útgávur komnar afturat, og á nýggju EP'ini er bólkurin enn trúgvur móti upprunanum.
Vágaverk er kanska margháttligasti superbólkur í Föroyum, og tað er ikki uttan orsök, at vit gleða okkum at hoyra teir á G!.