Á G! sleppa föroyingar endiliga at uppliva Jazzygold á palli, nýggju tónlistarligu verkætlanina hjá Jasmin Mote. Síðan Jasmin Mote um árskiftið legði bólkin Jasmin í dvala og avdúkaði sítt nýggja artista navn Jazzygold, hava vit fingið frálíka staklagið Boring Like Me, og frálík ummæli á festivalum uttanlands, men onga konsert á heimavölli. Tí eru nógvir fjepparar av ársins songkvinnu 2020, ið sama ár stóð á odda fyri ársins útgávu, ið kunnu gleða seg. Men hetta er bert ein byrjan, tí Jazzy hevur arbeitt við nýggjum tilfari í tvey ár, og er nú klár at bergtaka heimin. Ov nógvar veitslur, ov nógvir timburmenn, ov nógv hjartasorg, hárliting í panikki, at troyttast av tínum vinum og vónin um nýggja byrjan. Kava niður í kompleksa hugaheimin hjá eini kvinnu í tjúgunum, ið livir tað góða lívið. Jazzygold er erlig, verulig og tað hoyrist bæði í tónleiki og rödd, og sæst í tekstum og visuals. Hetta er ein sjussur blandaður úr RnB kendum soulpoppi, framúrskarandi visuals og nógvum bling bling, eriligheit og fangandi lögum.