Marius DC er eitt av mest spennandi ungu nøvnunum á føroyska tónleikapallinum.
Eftir sigurin í Sement í fjør, hevur ungi rapparin og hansara sera vælspælandi bólkur veruliga fingið flog. Á Iceland Airwaves skapti bólkurin yvirskriftir við síni sannførandi og energisku framførslu.
Nú 19 ára gamli rapparin spældi longu í 2019 á óalmenna pallinum á teltplássinum á G!, og var bókaður at spæla á avlýstu G! Festivalunum í 2020 og 2021, tí er tað við spenningi, at vit í ár endiliga sleppa at uppliva Marius við bólki í Syðrugøtu.
Seinastu mánaðirnar hevur Marius DC givið ikki færri enn fimm stakløg út, og fýra onnur stakløg eru á veg fram til í summar. Tað fyrsta av hesum "Babyrockari" verður givið út næsta fríggjadag. Lagið er ein kritikkur av harðskapsmentanini, ið nøkur ung veruliga hava tikið til sín.