Seinasta hálvt annað árið hevur bólkurin arbeitt við nýggju plátuni, ið kemur út í september, og teir siga, at plátan handlar um at lýsa stóru kenslurnar og brúka tær til okkurt jaligt.
Bólkurin hevur seinastu fimtan árini gjört um seg á danska tónleikapallinum við hittum, konsertum, festivalum, virðislönum og enntá við heiðrinum at lata Orange pallin upp á Roskilde festivalinum, ein heiður, ið bert tey mest spennandi növnini fáa. Men mest av öllum er hetta ein framúrskarandi bólkur, ið dugir at seta lív í eina festivalfjöld, við júst rætta lutfallinum millum tað glaða og tað kedda.
Lagið "Gone" hevur teirra signaturorku og eymleika. Bólkurin kallar hetta at skapa ein einfaldan veg milum ljóðið og kenslurnar.
Lagið guvar av maskinellari elektroniskari tyngd og tú fert at hugsa um eitt myrkt dansistað, meðan tekstheimurin er kensluborin og samansettur av upplivingum um at missa seg sjálvan og onkran, ið mann er góður við. Hendan tvíbýtta kenslan millum orð og tónleik er júst sum vit kenna When Saints Go Machine; tað stuttliga hittir myrkur og melankoli.