Hann verður lýstur av Illuminate SF sum "ein gátufør rødd og tónleikur sum sendur teg á eina ferð gjøgnum bæði tær djypstu gleðirnar og sorgirnar inni í sál tíni." Inquire Within Podcast sigur at "hann hevur megina at flyta lurtarar inn í ein fjaldan, friðarligan krók, ið kann finnast inni í hvørjum menniskjahjarta." Gabriel Gold hevur framført kring heimin, millum annað sum høvuðsnavn á International Sound Healing Conference í 2019, í Chartres Katedralinum í Fraklandi, á De Young Fine Art museum og á Grace Katedralinum í San Francisco. Nýggjasta listaverk hansara, "Grace Light", er eitt ljóð- og ljós meditatiónsupplivilsi sum handlar um deyða og broyting, ið stendur í Grace Katedralinum í San Francisco. Hetta er ein 27 metrar høg ljósprojektión ið er gjørd í samstarvi við ljóslistamannin George Ziziadis við einari ljóðmynd sum Gold hevur gjørt.
Afturat hesum hevur hann givið 2 EP'ir út, "Halo" (2015) og "Live at the Grace Cathedral" (2018), og arbeiðir í løtuni við einari útgávu sum er framleidd av Birgir Jón Birgisson sum er sett at koma út í ár. Har afturat arbeiðir hann uppá enn eitt listaverk sum er eitt fleirsansaupplivilsi, hesu ferð við íblástri frá arktiska landslaginum og jøklunum