Frumútgávan “…eftir” er júst útkomin, og bókurin hevur júst verið á sera væleyðnaðari útgávukonsertferð í Norðanlondum. Har ummælini hava verið sera góð. Eftir framförsluna á Spot festivalinum í Aarhuus, skrivaði Seismograf m.a.:
"Eg fari at minnast ta margbroyttu stoffligheitina í hesi konsertini. Ljóðið sum var bæði hellismyrkt og ljóst sum himinin, sart og hart og næstan súmfoniskt í síni myndaskapandi góðsku. "
Gfrock skrivaði:
"Frálík konsert, rólig, væl skipað og við tónlistarligum yvirskoti - men altso eisini við eini röð av royndum kreftum handan ljóðförini."
Tað víðgonda og frígerandi í kvirruni hevur víst seg sera fruktagott fyri bólkin Klingra. Sprottin úr bólkinum Afenginn í 2020, blómar Klingra úr botni har alt óviðkomandi er lúka burtur. Soleiðis skapar Klingra eitt egið rúm har limirnir við nærlagni rannsaka hvönn krók.
Úr hesum rúmi, gjögnum sprungurnar í veggjunum, seyðrar ein ljóðmynd, sum er ein samanrenning av atmosferiskum poppi, klassiskum og elektroniskum tónleiki.
Klingra hevur sítt útgangsstöði í Föroyum og virkar higani. Limirnir eru eru yrkistónlistafólk úr Föroyum, Danmark, Finnlandi, Estlandi og Noregi.
Tónleikurin og tekstirnir á föroyskum eru nágreiniliga lagdir til rættis, í eini roynd at skapa eitt listarligt rúm, sum bæði er komplekst og kensluborið.
Klingra vil bjóða lurtaranum inn í eina estetiska verð, sum skapar rúm til tankar og kenslur, har tíð og stað drukna í eini hugmynd.
Genran sveimar á markinum millum klassiskan og rútmiskan tónleik, við löttum vavstri av elektronikki, inn í okkurt, sum kundi kallast “indie-klassikur” tónleikur.