Annika er tónleikari og sjónleikari, og ein bergtakandi sangari, ið hevur verið virkin í meira enn hálva öld.
Hon hevur framfört sum solistur og sum sangari í bólkinum Harkaliðið. Síðan seksti árini hevur hon verið partur av umleið 15 tónleikaútgávum, og nógvir sangir, sum hon syngur, eru vorðnir fólkaogn. Sangir sum "Aldan", "Í Dans", "15 ár" eru millum kendu sangirnar og verða framvegis sungnir av ungum sum eldri.
Men tað eru ikki einans gomlu lögini, ið hitta. Í 2016 fekk Annika ikki færri enn tríggjar tilnevningar til FMA í sambandi við útgávuna "Endurljós". Tað er tí so sera spennandi, at Annika nú 77 ára gomul leggur síðstu hond á enn eina útgávu.
"Leysir Endar" er ein samling av sangum, ið Annika hevur savnað saman gjögnum eitt langt lív. Her eru egin lög, siðbundin föroysk lög og okkurt útlendskt, ið beiggi hennara Gunnar Hoydal hevur týtt til föroyskt.
Saman við sínum frálíka bólki, hevur Annika verið í upptökuhöli í Hoydölum, og spælt alt inn, alt akkustiskt og alt í umhvörvinum har Annika vaks upp.