Axel Flóvent (IS)

Axel Flóvent hevur stöðugt verið eitt av störstu íslendsku tónleikanövnum síðani fyrsta EP'in kom út í 2015. Við yvir 70 milliónum stroymingum av fyrsta staklagnum gjördi Axel Flóvent eisini um seg altjóða frá fyrsta degi.   

Föddur og uppvaksin í Húsavík, innspældi og framleiddi hann fyrstu EP'ina í heimbygdini, men íblástur fekk hann úr öllum frá Bon Iver til Bombay Bicycle Club.

Hetta er tó ikki bert sögan um bygdadrongin, ið gekk millum stampar og útróðrarbátar í Húsavík við einum dreymi um at gerast heimskendur tónleikari eins og vit kenna úr Eurovision filminum. Her er talan um ein forvitnan tónleikara, ið stöðugt mennir seg. 

Longu sum 19 ára gamal flutti Axel til Amsterdam og fekk samband við spennandi hollendska tónleikapallin. Harnæst búði hann í Brighton og endaði síðan aftur í Reykjavík, har hann skrivaði og spældi inn sína fyrstu heildarútgávu 'You Stay By The Sea'. Ein útgáva, ið bæði tekur stöði í fyrstu útgávunum, men eisini vísir búningina og íblásturin úr Hollandi og Onglandi. Enn er Axel ein ungur maður, men sum listamaður er hann vorðin ein búgvin sangskrivari og framleiðari. 

 

Purchase ticket

Anamē (NO/SE)

Bear The Ant (IS)

Beinir (FO)

Benjamin Rajani (FO)

Blue Giant Orkestar (SCO)

Cult Member (NO)

DakhaBrakha (UA)

Danny & the Veetos (FO)

DJ 2xSlay & Trygvi (FO)

Ebbb (UK)

Eivør (FO)

Emil Karlsen (NO)

Emiliana Torrini (IS)

Erkki Virkkala & Iikka Huntus (FIN)

Ester Skála (FO)

Frankfurt Helmet (CN)

Greta Svabo (FO)

GØ (FO)

Hallur Joensen (FO)

Hamradun (FO)

Hatari (IS)

jazzygold (FO)

Jóannes Joensen / Bass Elvis (FO)

Kaleo (IS)

Lewis Fitzgerald (UK)

Lívia Mattos (BRA)

Lyon Hansen (FO)

Marius DC (FO)

Nusantara Beat (NL)

Punching Bag (US)

Sandavágur Soundsystem (FO)

Silent Disco Club (NO)

Stuzzi (SE)

SunDog (US)

Tamara Mneney (FO)

Trentemøller (DK)

Tunghoyrt (FO)

ULD (NO)

2024

2023

2022

2021

2020

2019

2018

2017

2016