Eingin konsert her á klettunum mann hava fingið so góð skoðsmál, sum tær tríggjar konsertirnar, ið Marius Ziska spældi saman við Föroya Symfoniorkestri í februar. Tað er ikki uttan orsök, tí sangskrivarin Hans Marius Ziska hevur altíð havt einastandandi evni.
Hetta hoyrdu vit fyrstu ferð hann spældi á G! við Flux, og tað hava vit hoyrt stöðugt líka síðan, og tað hoyrist sanniliga eisini á nýggju útgávuni Rúm, ið kemur út fríggjadagin.
Marius Ziska er tó nógv meira enn ein soloverkætlan, talan er um ein sera væl samanspældan bólk, har hvör limur lyftir hvönn annan og saman skapa eina fantastiska ljóðmynd, ið bæði er stórsligin og nærverandi.
Vit eru glað og errin av, at Marius Ziska aftur í ár fer at skapa hesa heilt serligu nærveruna millum seg og tykkum festivalgestir.