Byrta (FO)

Annað navnið, ið vit avdúka í sambandi við Spæl föroyskt-vikuna er Byrta.

Byrta kollveltu föroyska poppheimin fyri 10 árum síðan, tá sjálvnevnda fyrsta útgávan gjördi tey til best umtókta bólkin her á klettunum. Við lögum sum Norðlýsið, Loyndarmál og Eydnan gjördist útgávan soundtrackið tað árið.

Í ár hátíðarhalda tey 10 ára dagin við eini framförslu á G!, ið uttan iva verður ein ógloymandi elektropopp-veitsla.

Tey bæði, ið mynda Byrtu, songkvinnan og sangskrivarin Guðrið Hansdóttir og tónleikaframleiðarin og tónleikarin Janus Rasmussen, eru sera virkin í öðrum bólkum og sum einstaklingar, men tað eru fimm ár síðan seinasta staklagið hjá Byrtu.

Frumútgávan hjá bólkinum vann tríggjar heiðurslönir á FMA tað árið, besta útgáva, besti bólkur og besti nýggi bólkur, og staklögini, ið eru komin síðan "Í Tínum Eygum", "Hennara Dansigólv" og "Minnist Tú" hava somuleiðis fingið góða móttöku.

Tí eru vit fegin um, at tey aftur hava verið í upptökuhölinum og arbeitt við nýggjum tilfari. Tey koma tí sterkt aftur í summar við nýggjum feskum elektropopp-tónum. Enn sum áður er tað alskurin fyri góðum popptónleiki, ið drívur verkið.

Hvönn dag hesa vikuna kunngera vit eitt föroyskt tónleikanavn, ið fer at spæla á G! í summar. Fyrsta navnið var Marius Ziska og í dag er tað Byrta.

Tey koma afturat eini skrá, ið longu telur donsku Jada, íslendsku Bríet, föroysku Eivör og Brimheim, svensku Lucky Lo og finsku Irene.

Aftur í morgin avdúka vit eitt sera spennandi föroyskt tónleikanavn. Fylg við á gfestival.fo og skunda tær at keypa atgongumerki, tí prísurin fer upp 15. mars á midnátt.

Purchase ticket

200 (FO)

Annika Hoydal plays G!

ANTTI PAALANEN (FI)

AXEL FlÓVENT(IS)

ÁRSTÍÐIR(IS)

BEHARIE (NO)

Benjamin Rajani (FO)

BJØRN HENTZE BECH (FO)

Brimheim(DK/FO)

Bríet (IS)

Byrta(FO)

Dania O. Tausen (FO)

Eivør (FO)

Elinborg(FO)

Gabriel Gold (USA/IS)

Hialösa (SE)

HOGNI (FO)

HONNINGBARNA (NO)

Irene (FI)

Jazzygold (FO)

Kenton Slash Demon (DK)

KLINGRA (FO/FI/NO/DK/EE)

LA FLEUR (SE)

Lambrini Girls (UK)

Lucky Lo (SE/DK)

Marius DC (FO)

Marius Ziska (FO)

Nagirčalmmiid (NO)

Noise(fo/SCO)

PLAYMO (FO)

QuinQuis (FR)

RSP (FO)

Saint Levant(PS/FR)

Sakaris (FO)

Silvitni (FO/DE/CE)

Sons of the East(AU)

SOOLKING(DZ)

SPÆLIMENN (FO)

STURLE DAGSLAND (NO)

Supervisjón (FO)

Tamara (FO)

Vágaverk (FO)

WHEN SAINTS GO MACHINE (DK)

Yann Tiersen(FR)

2022

2021

2020

2019

2018

2017

2016