Telemama

Telemama er ein nýggjur indie rokk bólkur úr Tórshavn. Teir fýra ungu mennirnir, sum manna bólkin, hava fingið íblástur frá alternativa/indie rokk rákinum, og nú hava teir sjálvir luttikið í rákinum við eini blanding av nútímans indie rokki og bedroom poppi.
Telemama luttóku í tónleikakappingini Sement í 2021 við trimum av løgum sínum, og har fingu teir veruliga blóð á tonnina. Nú skulu teir spæla á G! festivalinum, har teir ætla at vísa fram fleiri løg, sum teir í løtuni eru í gongd við at spæla inn, ið síðani koma á eina EP, sum kemur út seinni í ár.

Sangirnir hjá Telemama snúgva seg stutt og greitt um at vera ungur í Føroyum og taka serligt støði í kærleika, girnd, at hugna sær og um náttarlívið í høvuðstaðnum. Eisini nerta tekstirnir við álvarsligari evni so sum tunglyndi, samleikakreppu og eksistensialismu, ið eisini spæla ein part í lívunum hjá ungum føroyingum. Sorgblíðu orðini sveima á nostalgiskum melodium á gittarunum, meðan akkordirnar eru merktar jazzi og summarsligum funk-rokki, ið fær lurtaran upp at dansa.

Keyp atgongumerki

200 (FO)

Annika Hoydal (FO)

Antti Paalanen (FI)

Axel Flóvent (IS)

Árstíðir (IS)

Beharie (NO)

Benjamin Rajani (FO)


Björn Hentze Bech (FO)

Bríet (IS)

Brimheim(DK/FO)

Byrta (FO)

Dania O. Tausen (FO)

Eivør (FO)

ELINBORG (FO)

Gabriel Gold (USA/IS)

Hialösa (SE)

Honningbarna (NO)

Høgni (FO)

Irene (FI)

Jazzygold (FO)

Kenton Slash Demon (DK)

KLINGRA (FO/FI/DK/NO/EE)

LA FLEUR (SE)

Lambrini Girls (UK)

Lucky Lo (SE/DK)

Marius DC (FO)

Marius Ziska (FO)

Nagirčalmmiid (NO)

Noise (FO/SCO)

Quinquis (FR)

PLAYMO (FO)

RSP (FO)

Saint Levant(PS/Fr)

Sakaris (FO)

Silvitni (FO/DE/CL)

Sons of the East(AU)

Soolking (DZ)

Spælimenn (FO)

Sturle Dagsland (NO)

Supervisjón (FO)

Tamara (FO)

Vágaverk (FO)

When Saints Go Machine (DK)

Yann Tiersen(FR)

2022

2021

2020

2019

2018

2017

2016