Marius DC verður við á G! í ár. Rapparin gevur í heyst út sína aðru EP, Westender út. Fyrsta staklagið kom út í apríl, og hevur fingið nógvar spælingar bæði í Føroyum og uttanlands.
Nýggja EP’in og stakløgini eru úrslitið av harða arbeiðinum, ið Marius DC hevur gjørt seinasta árið. 2019 var stóra gjøgnumbrotið hjá Marius, fyrst við stakløgunum Drip Drop, 10 AM Freestyle og 25/8 og síðani fyrstu EP’ini The MZA EP. Útgávurnar góvu Mariusi 4 tilnevningar til FMA í fjør, og rapparin vann heiðurin sum Besta nýggja navn.
Tá allar konsertir og festivalar vórðu avlýstar fór Marius í upptøkuhøldið, og hevur arbeitt við nýggja tónleikinum.
Westender verður fyrsta soloútgáva hjá Marius síðan The MZA EP, eftir nærum hálvt annað ár, har einastu útgavur vóru duettin við Jonas Langaard Straight Up Icy, luttøkan á Nám X lagnum Ansa tær á netinum og eitt gesta vers á lagnum Kolasalat við Æðrasoppum.