Ósømiligu, ódámligu og kjaftabreiðu lortendanir eru klárir til at blása Syðrugøtu um koll við teirra tiltiknu provokerandi, stuttu, dansivinaligu shitpunk tónum. Bólkurin bleiv stovnaður í 2018, og í 2020 vann bólkurin FMA virðislønina fyri ársins navn, og í 2021 vann bólkurin fyrsta plássi í Sement. Har ímillum hevur bólkurin fingi altjóðarós frá m.a. NME, Gigwise, Dork og sjálvum Iggy Pop.