Við fleiri enn 15 milliónum seldum plátum, seks topp tíggju stakløgum og trimum útgávum, ið lógu nummar eitt, eru Faithless ein av best umtóktu elektronisku bólkunum nakrantíð. Yrkisleið teirra fevnir yvir 20 ár. Áhaldandi konsertferðir kring allan heimin tryggjaðu stigvísu leiðina til ummælaratokka og góða sølu. Kosin at vera millum fimti tær bestu framførslurnar á Glastonbury nakrantíð, hevur tónleikafrymilin hjá Faithless gjørt teir til ein bólk, sum altíð hevur drigið nógv fólk til sín síðan seinast í nítiárunum, og tað er okkara stóra gleði og æra at vera vertir fyri DJ-settið hjá Faithless á sandinum í Syðrugøtu.
Teir hava fingið Q-heiðurslønina fyri ”framúrskarandi framførslu”, BRIT Award tilnevningar, og teir hava fingið DJ Award prísin 2015 fyri bestu elektronisku framførslu. Tvørgreinandi framgongdin hjá Faithless varð tryggjað av eini rúgvu av hittum so sum, Insomnia, Salva Mea, We come 1 og God is a DJ.