Reykjavíkurdætur, sum á føroyskum merkir Reykjavíkardøtur, byrjaðu so seint sum í 2013 í einum kjallara í Reykjavík, har fyrsta kvinnuliga rapptiltakið í býnum nakrantíð var hildið. Fleiri hundrað kvinnur møttu upp og serliga 14 gentur hildu seg framat mikrofonini. Lagið, sum kom burtur úr kvøldinum, Reykjavíkurdætur, fekk fjølmiðlarnar at kalla hesar rappararnar fyri ein bólk. Og harvið føddist bólkurin Reykjavíkurdætur.
Teirra ósmædnu og næsadjarvu sangir eru spældir hundraðtúsundtals ferðir á m.a. Youtube, og snúgva seg um alt frá politikki, feminismu og ballaríi til kynslív, kynsliga missnýtslu og kropsímyndir.
Bólkurin minnir stundum um eitt slag av einum hip-hop-ættarbólki, har sangir skiftandi vera framførdir av einstaklingum, duoum og trioum, eins og tær framføra allar saman. Hetta ger framførslurnar bæði fjølbroyttar og orkumiklar.
Reykjavíkurdætur eru nógv umbidnar uttan fyri íslendsku landoddarnar og hava verið víða um og spælt. M.a. eina minniliga framførslu á Roskilde Festival seinasta summar og í januar í ár á Eurosonic í Hollandi.