KALEO (IS)

Í dag er íslendski bólkurin KALEO eitt heimskent navn. Teir hava vitjað her fyrr, tá ið teir í 2014 spældu á spæliplássinum í Syðrugötu.

Tá vóru teir ókendir, men tað broyttist fullkomiliga tvey ár seinni, tá ið teir brustu fram á altjóða pallinum við plátuni A/B. Tey flestu hava ivaleyst hoyrt hittið "Way Down We Go", sum bleiv eitt altjóða fyribrigdi.

Síðani hevur tað bara gingið ein veg hjá íslendsku stjörnunum: Yvir fýra milliardir stroymingar, GRAMMY-tilnevning, konsertir saman við Rolling Stones og framförslur á risafestivalunum Coachella og Lollapalooza. KALEO eru eisini kendir fyri síni stak vökru sjónbond, ið teir hava tikið upp í íslendsku náttúruni. Vit mæla til, at tú fert at hyggja eftir nökrum av hesum á Youtube!

Vit eru ovurfegin, at bjóða KALEO vælkomnum aftur á G! Flotta umhvörvið á götusandi fer heilt víst at skapa eina ótrúliga uppliving við tónleikinum hjá KALEO. Festivalurin verður hildin dagarnar 17.-19. juli í 2025.

Purchase ticket

Clickhaze (FO)

Dögg Nónsgjógv (FO)

Moyka (NO)

Printz Board & the Butter Funk Family (USA)

Marianna Winter (FO)

Alterne (DK,BE,FI)

Elinborg (FO)

Tamikrest (ML)

Jerub (UK)

Bolstad (FO)

Lynks (UK)

Guðrið Hansdóttir (FO)

Tunghoyrt (FO)

Fantastic Negrito (US)

FRÆNDUR (FO)

IRAH (UK)

2025

2024

2023

2022

2021

2020

2019

2018

2017

2016