26 ára gamli Jógvan Joensen er ávegis við sínari debut EP Love That You Love. Útgávan inniheldur fimm løg, ið Jógvan sjálvur hevur skrivað. Tey flestu munnu kenna Jógvan frá X-Factor sjónvarpskappingini, men nýggja útgávan er skjalprógvið, ið loyvir okkum innar í tónlistarliga kensluheimin hjá manninum. Her hevur Jógvan funnið rødd sína, og talan er um langtandi og gjøgnumarbeidd løg, ið Høgni Lisberg hevur framleitt.
Fýra tekstir eru á enskum og ein er á føroyskum. Tekstirnir eru yvirhøvur merktir av bersøgni og einki verður pakkað inn. Tónleikaliga er talan um huglagsríkan soul popp við elektroniskum dámi. Jógvan syngur og leikar gittar, Maria Ljósá syngur duett og kór, Andrias Tykjær Restorff hevur lagt cello og kór til rættis, Mikael Blak leikar bass á einum lagi og Høgni Lisberg leikar trummur umframt ymisk ljóðføri. Jens L. Thomsen hevur miksað í Støkumørk og Glenn Schick hevur mastrað. Tað er Plátufelagið Tutl, ið gevur út.