"Sjálvt um eg eri fólkatónleikari, vil eg ikki bara varðveita, men eisini skapa og byggja brýr” sigur 25 ára gamli Ragnar Finsson, sum útgevur tónleik undir navninum HORRSE. Ragnar ynskir, at hansara tónleikur kann raka øll, eisini tey sum ikki eru til fólkatónleik.
Á nýggju útgávuni "Crossings" merkja vit hansara hita, empati, umsorgan og hugflog. Samstundis hoyra vit hansara hugtøku av evnum sum sálarstríð, samfelagsótta, ambientum ljóðum og lo-fi rútmum.
HORRSE bleiv bjóðaður at spæla á Trondheim Calling í Norra í samstarv við G! Festivalin, áðrenn tað bleiv korona avlýst, men vit ivast ikki í, at tað ikki er síðstu ferð Ragnar verður bjóðaður uttanlanda at spæla.
Í HORRSE hava vit eina komandi stjørnu, sum vit vóna, at vit kunnu njóta nógv ár framyvir.