JóiPé x Króli hava verið ovastir á íslendska tónleikapallinum síðan fyrsta pláta teirra Gerviglingur kom út í 2017, og í stuttu yrkisleiðini hava teir útgivið fimm plátur og verðið spældir fleiri enn 40 milliónir ferðir á Spotify. Teirra orkufyltu framførslur, fangandi sangir og kenniligu tekstir hava íbirt ein stóran lokalan fjepparaskara í øllum aldri. Á nýggjastu plátuni, ið kom út í 2020, royna menninir nýggj ljóð og halda áfram at skapa tónleik eftir teirra egnu sannføring.
Bólkurin kemur beint frá eini rundferð í Íslandi at levera eina feita framførslu á G! 2021.