Aurora

Aurora er ein norskur sangari, sangskrivari og tónleikaframleiðari úr Stavanger. Í 2015 gav hon út sína fyrstu EP við heitinum Running with the Wolves, og seinni sama ár varð hennara rødd nýtt til stóru jólalýsingina hjá ensku handilsketuni John Lewis, har hon nýtti sangin Half the World Away hjá Oasis. Aurora gav út fyrstu plátuna All My Demons Greet Me as a Friend í 2016. Í 2018 kom seinna langa útgávan Infections of a Different Kind (Step 1), sum varð fylgd av næstu plátuni A Different Kind of Human (Step 2) eitt ár eftir.

Hon luttók á størsta lagnum hjá Frozen 2 við heitinum Into the Unknown, ið ognaði henni eina innbjóðing at framføra til Oscars handanina í 2020 saman við Idina Menzel. “Oscars handanin var spennandi og stutttlig at uppliva, men eisini sera fremmand. Mín heili skilir ikki alt stásið,” fortelur hon.

Umframt at skriva, hugsa og finna loysnir á klaverinum, hevur hon eisini samstarvað við ST-ætlanini CHOOSE um at minka hennara árin á umhvørvið. “Eg hugsi djúpt um umhvørvið og hvussu tað kann varðveitast. Náttúran og allar tær sakleysu verurnar, ið liva í henni, eru mær so sera kær,” sigur hon og leggur dent á, at hon kendi ikki, at hon var nóg íðin. Hennara nógva ferðing sum tónleikari tyngir samvitskuna. Hon noyðist at ferðast til flestu framførslur, og hóast tað er betri fyri AURORA, at hon sjálv ferðast til sínar áhoyrarar enn øvut, so kemst ikki undan, at flogferðsla hevur stóra ávirkan á umhvørvið. Gjøgnum samstarvið við CHOOSE megnar hon at burturbeina eins nógva dálking frá umhvørvinum, sum hennara egna ferðing framelvir.

Tríggjar tær fyrstu pláturnar hjá henni snúgva seg um trupulleikar sum alheims kapitalismu, umhvørviskreppuna og hvat tað merkir at vera eitt menniskja mitt í fløkjuni. Við bersøgnum popptónleiki kjakast hon við seg sjálva og eggjar okkum at berjast fyri okkara egnu virði og virðum við kallum sum “You cannot eat money” (tú kanst ikki eta pengar). Men hennara komandi pláta, sum eingin enn kennir uttan sjálv AURORA, setir sjóneykuna inneftir og fer at avdúka innara lívið hjá henni.

Tann ferðin byrjaði við seinasta lagnum Exist for Love, har hon bæði varisliga og oyðileggjandi hugleiðir um, hvørt lívið er eitt veruligt lív, um kærleikin ikki fanst í sinum andaliga, romantiska og familjubundna hami. Hóast hugtakið kærleiki verður endurtikið í hennara verkum, so er Exist for Love fyrsti veruligi ‘kærleikssangurin’ hjá henni. “Eg hevði bara so nógv onnur evni, sum eg hevði tørv á at skriva um, áðrenn eg ynskti at skriva ein kærleikssang,” greiðir hon frá.

Sangurin ber brá um eitt nýtt tíðarmót í hennara yrkisleið, ið byrjar við nýggju plátuni, sum skjótt verður útgivin. Tíðliga í 2021 gav hon út tvær EP við ymiskum avbrigdum av sanginum Runaway fyri at hátíðarhalda, at sangurin frá 2015 varð spældur 100 milliónir ferðir á Spotify.

Vit eru sera fegin um, at Aurora kemur at spæla á G! 2021, og vit gleða okkum til eina gandakenda framførslu á sandinum.

Purchase ticket

200 (FO)

Annika Hoydal plays G!

ANTTI PAALANEN (FI)

AXEL FlÓVENT(IS)

ÁRSTÍÐIR(IS)

BEHARIE (NO)

Benjamin Rajani (FO)

BJØRN HENTZE BECH (FO)

Brimheim(DK/FO)

Bríet (IS)

Byrta(FO)

Dania O. Tausen (FO)

Eivør (FO)

Elinborg(FO)

Gabriel Gold (USA/IS)

Hialösa (SE)

HOGNI (FO)

HONNINGBARNA (NO)

Irene (FI)

Jazzygold (FO)

Kenton Slash Demon (DK)

KLINGRA (FO/FI/NO/DK/EE)

LA FLEUR (SE)

Lambrini Girls (UK)

Lucky Lo (SE/DK)

Marius DC (FO)

Marius Ziska (FO)

Nagirčalmmiid (NO)

Noise(fo/SCO)

PLAYMO (FO)

QuinQuis (FR)

RSP (FO)

Saint Levant(PS/FR)

Sakaris (FO)

Silvitni (FO/DE/CE)

Sons of the East(AU)

SOOLKING(DZ)

SPÆLIMENN (FO)

STURLE DAGSLAND (NO)

Supervisjón (FO)

Tamara (FO)

Vágaverk (FO)

WHEN SAINTS GO MACHINE (DK)

Yann Tiersen(FR)

2022

2021

2020

2019

2018

2017

2016