Beinir

Tað eru meir enn 10 ár síðani, Beinir, sum smádrongur, fyrstu ferð trein inn á føroyska tónleikapallin, og 28. mai í ár lat hann sína fyrstu EP, ”World Out There”, úr hondum. Talan er um orkumiklan popptónleik við skiftandi rútmum, meðan tekstirnir snúgva seg um týðandi og viðkomandi persónligar spurningar og søgur í hansara lívi. Løgini hava dýbd og lýsa kensluna av at finna sína egnu meining í tilveruni.

Í byrjanini av 2021 sang BEINIR við á lagnum “I’m Not Crying, You Are” á fyrstu útgávuni hjá Dopha, sum bleiv sera væl móttikin í Danmark og Týsklandi, har lagi bleiv valt sum “Single of the Week” á RTL Radio.

BEINIR fær íblástur frá fyrimyndum so sum Ed Sheeran, Outkast og Bon Iver. Hesir hava givið honum bæði útlongsul og stórar dreymar, men hann hevur samstundis megnað at rótfesta tað í sin egna skandinaviska stíl og hugaheim. Hetta hoyra vit á nýggju EP’ini, "World Out There"

Við sær á pallin hevur hann Bárð Petersen, Benjamin Djurhuus, Jákup Tórgarð og Fríða Bjarkhamar.

Gleðið tykkum til eitt brak á Spæliplássinum!

Purchase ticket

200 (FO)

Annika Hoydal plays G!

ANTTI PAALANEN (FI)

AXEL FlÓVENT(IS)

ÁRSTÍÐIR(IS)

BEHARIE (NO)

Benjamin Rajani (FO)

BJØRN HENTZE BECH (FO)

Brimheim(DK/FO)

Bríet (IS)

Byrta(FO)

Dania O. Tausen (FO)

Eivør (FO)

Elinborg(FO)

Gabriel Gold (USA/IS)

Hialösa (SE)

HOGNI (FO)

HONNINGBARNA (NO)

Irene (FI)

Jazzygold (FO)

Kenton Slash Demon (DK)

KLINGRA (FO/FI/NO/DK/EE)

LA FLEUR (SE)

Lambrini Girls (UK)

Lucky Lo (SE/DK)

Marius DC (FO)

Marius Ziska (FO)

Nagirčalmmiid (NO)

Noise(fo/SCO)

PLAYMO (FO)

QuinQuis (FR)

RSP (FO)

Saint Levant(PS/FR)

Sakaris (FO)

Silvitni (FO/DE/CE)

Sons of the East(AU)

SOOLKING(DZ)

SPÆLIMENN (FO)

STURLE DAGSLAND (NO)

Supervisjón (FO)

Tamara (FO)

Vágaverk (FO)

WHEN SAINTS GO MACHINE (DK)

Yann Tiersen(FR)

2022

2021

2020

2019

2018

2017

2016