HÚS er verkætlanin hjá Rólant Lenvig av Reyni. Rólant hevur verið virkin á tónleikapallinum síðan 1995, har hann spældi við Makrel. Síðan hevur hann virka sum DJ og arbeitt uppá sítt solo projekt HÚS, sum tónasmiður.
Hóast HÚS hevur verið til í yvir 10 ár, kom fyrsta útgávan hjá HÚS "Nevember" ikki út fyrr enn í Novembur síðsta ár. Hon bleiv útgivin á plátufelagnum Kervið. Hendan plátan fekk sera góð ummæli, og bleiv vald at vera ársins útgáva 2018 á fleiri bloggum. Tónleikurin hjá Hús er ein blanding av tungum pulserandi rútmum og hypnotiskum guitarriffum. Onkur ummælari lýsir tónleikin sum eitt heitt klemm av folktronica. Onkur annar lýsir hann sum soundtrackið til ein dreyma sekvens í einum Sophia Coppola filmi.