Anna Lann arbeiðir við modernaðari list, ljóð sniðgeving, sangi, video, dansi og sum dj. Anna hevur útgivið 4 fløgur. Nýggjasta fløgan við heitinum 'Embodiment' bleiv útgivin av Ransom Note, og hon fekk góð ummælir. Á fløguni eru remix frá viðurkendum tónleikarum, sum Nick Höppner, Richard Sen, Flug 8, og Placid One.
Anna Lann er frá Latvia, men býr í Ísrael, har hon er viðurkend í undurgrunds umhvørvinum, sum ein nýskapandi listakvinna, við einari ótrúligari drívmegi. Tá Anna ikki er at finna á pallinum ella aftan fyri Dj pultin, framleiðir hon tónleik til modernaðar dansi framførslur, reklamur, film, og so er hon við til at skriva tónleikin hjá 'Castle Of Time' orkestrinum.