Heðin Ziska Davidsen er ein tónleikaframleiðari úr Føroyum og er mest kendur við einum guitari í føvninginum. Heðin hevur haft eina langa karrieru, sum byrjaði í 2002 við bólkinum Tjant og hevur útgivið 3 albums til dags dato. Heðin varð nomineraður til eina FMA heiðursløn í 2016 fyri besta sang "Eat Fish Fuckheads" á fløguni Røtur og Trø hjá Tjant. Heðin Ziska er eisini guitarleikari hjá Marius, Heiðrik og í bólkinum Yggdrasil, og hevur gongd í alskins tónleika projektum.
Hzd er heiti á nýggjasta projektinum hjá Heðin, har hann framførir elektroniskar solokonsertir. Hesar framførslurnar eru í stóran mun snikkaðar til á staðnum, har løtan, ljóð og tøkni arbeiða saman. Tær ymisku ljóðkeldurnar verða fangaðar, meðan framførslan er og síðani manipuleraðar og settar saman við øðrum ljóðkeldum.