Við Yaeger byrjar eitt nýtt ættarlið av svenskum poppi. Hóast hon á einum lagi syngur “I don’t know what I’m saying”, so er ongin ivi um, at Yaeger bæði veit, hvaðani hon er komin, og hvagar hon fer.
Yeager er ættað av lítlu oynni, Vaxholm, tveir tímar úr Stockholm, har bert seks familjur búgva. Hon lesur á tónleikaskúlanum, Rytmus, har hetja hennara Robyn, og Mabel og Tove Lo eisini hava gingið.
Umframt at vera ávirkað av svenskum poppi, hoyrist íblásturin frá amerikanskum R&B eisini í tónleiki hennara.
Gleðið tykkum at hoyra ljóðið av svenskum poppi, tá hann er best.