Íslendska elektroniska dreymapopptrio´in Vök spælir fyri fyrstu í Føroyum á G! 2019. Vök gav út fløgurnar “Figure” í 2017 og “In the dark” í 2019. Fløgurnar vóru sera væl móttiknar og Vök hevur verið á umfatandi tónleikaferðurm runt um í Europa síðani. Millum annað hava tey spælt á Roskilde og fleiri øðrum stórum festivalum.
Seinasta útgávan “In the dark” er framleidd í samstarvi við enska tónleikaframleiðaran James Earp, ið eisini hevur framleitt Bipolar Sunshine, Fickle Friends og Lewis Capaldi. Við seinastu útgávuni hevur Vök flutt seg víðari inn í popp heimin, og hevur skapt teirra higartil mest lurtaravinarligu fløgu.
Vök er ein nýskapandi bólkur við væl hugsaðum atmospheriskum ljóðmyndum. Tónleikasíðan Noisey segði soleiðis um bólkin “Channelling the Beach soundtrack via 1980’s synth pop with the modern sexiness of The Knife”.
Vit gleða okkum at ferðast í tónleikaheiminum hjá Vök á sandinum í summar.