Tað er ein fragd at kunngera, at Phlake verður aftur at hoyra á sandinum í Syðrugøtu í 2019. Phlake var mest spældi tónleikabólkurin á Danmark Radio í 2018. Phlake spældi á G! 2016 beint eftir at hava útgivið sína fyrstu fløgu, sum vann fimm Danish Music Awards árið eftir.
Dynamiska duoin hevur síðani havt fleiri útseldar konsertferðir. Í 2018 spældu Phlake eina ørgrynnu av konsertum bæði í Danmark og aðrastaðnis. Phlake eru júst lidnir við teirra konsertferð ‘Can We Walk Tour’, sum hevði 10 útseldar konsertir, íroknað tríggjar í konserthúsinum hjá DR.
Seinastu árini hevur Phlake staðfest seg, sum eitt av størstu nøvnunum á danska tónleikapallinum. Umframt at
vinna P3 gull lurtaraprísin fyri lagið ‘The Rascal’ fyrr í ár, spæla teir í november 2019 eina konsert í stóru Royal
Arena í Keypmannahavn.