Týr

Gev ljóð og lýðið á, tí á G! 2019 bjóða vit aftur Týr vælkomnum á G! pallin. Størsti føroyski tungmálmsbólkurin er allarfremst, tá ið ræður um norðurlendskan tungmálm. Bólkurin hevur yvir tvey áratíggir á baki, teir hava givið út sjey fløgur, og tann áttanda kemur út í mars.

Gomlu føroysku kvæðini, nýtulkingar av gomlum søgum og tungmálmur eyðkenna Týr og við hesum hava teir vunnið sær ein fjepparaskara um allan heim. Teirra endurnýggjan av føroysku kvæðunum hevur borið føroyska mentan langt út um landoddarnar og samstundis knýtt útheimin nærri Føroyum.

Týr eru altíð framúrskarandi á pallinum, men løtan á Syðrugøtusandi á G! verður óivað heilt serstøk, tá ið sambandi millum menniskju, mentan, tónleik og nátturu verður í hæddini.

Raske drenge (og piger), komið og hjálpið Ólivant at blása í hornið, og sláið ring á sandinum.

Purchase ticket

Hallur Joensen (FO)

Marius DC (FO)

2024

2023

2022

2021

2020

2019

2018

2017

2016