Bodypaint er eitt føroyskt-bretskt ‘boy band’, mannað við trimum trøllvaksnum monnum.
Bólkurin er eitt samstarv millum framleiðararnar og sangskrivararnar Sakaris Emil Joensen, Janus Rasmussen and Tom Hannay. Teirra fyrstu stakløg “The Line” and “It’s Happening to Us Now”, sum vórðu útgivin í 2018, vórðu so væl móttikin, at Iceland Airwaves festivalurin setti teir beinanvegin á skránna. Reykjavík Grapevine umrøddi teir sum eitt “unsynchronized boyband”, har ið høvuðssangarin var “a spitting image of nineties pop sensation Peter Andre”, fyri síðan at geva teimum góð skoðsmál, hóast tilvísingina til Peter Andre.
Á pallinum er Bodypaint reinur veitslurómur. Teir tríggir sjarmera áhoyrararnar við ‘boy band’ harmonium, búkvøddum og fangandi pop løgum.
Gleðið tykkum til veitsluna