Ferris & Sylvester (UK)

Summar stjørnur lýsa bjartari enn aðrar. Sangskrivaraparið Ferris & Sylvester hava alt. Klassiskir sangir, eyðkendar røddir og framúrskaranda orka á pallinum eyðkenna hendan hugtakandi bólkin.  

Við greiðum tilvísingum til 60ara ljóð úr Greenwich, er blandingin av blues, folk og indie-rock hjá bólkinum rúnabindandi. Tónleikurin hevur verið lýstur sum eitt bland av riff-drivnu orkuni hjá Jack White og víðfevnandi løgunum hjá First Aid Kit. 

Ferris & Sylvester eru í støðugari framgongd. Tey hava fleiri milliónir stroymingar á Spotify og hava ligið nummar 1 á iTunes ‘Singer-Songwriter’ listanum. Ferris & Sylvester eru eisini viðurkend av altjóða tónleikamiðlum. MOJO ummælti tónleik teirra sum eitt ‘masterpiece of Folk Rock’, ímeðan Rolling Stone útnevndi tey á listan ‘Top 10 country nøvn at halda eyga við’ og lýsti ljóðið hjá bólkinum sum “a rich and fully realized sound that leaves one pining”. 

Ferris & Sylvester eru úrvald av BBC til at spæla á vælkenda SXSW tónleikavinnufestivalinum í Austin, Texas í mars. Teirra fyrsta konsertferð í Bretlandi er útseld og tey verða nógv spæld á BBC Radio 1. 

Tað er ein stórur heiður at bjóða Ferris & Sylvester vælkomnum á G! festivalin 2019

Purchase ticket

Clickhaze (FO)

Dögg Nónsgjógv (FO)

Moyka (NO)

Printz Board & the Butter Funk Family (USA)

Marianna Winter (FO)

Alterne (DK,BE,FI)

Elinborg (FO)

Tamikrest (ML)

Jerub (UK)

Bolstad (FO)

Lynks (UK)

Guðrið Hansdóttir (FO)

Tunghoyrt (FO)

Fantastic Negrito (US)

FRÆNDUR (FO)

IRAH (UK)

2025

2024

2023

2022

2021

2020

2019

2018

2017

2016