Segði tú G! av fyrstan tíð, so mást tú eisini siga Eivør. Tað eru fáir G! festivalar, har ið Eivør ikki hevur trøllabundið áhoyrararnar, so tað kemur ikki burturúr ongum, at hon hevur fingið heitið G! drotningin. Eivør og G! festivalurin eru sprottin úr sama umhvørvi og um somu tíð, og tey eru óloysiliga knýtt at hvørjum øðrum.
Tónleikurin hjá Eivør hevur eina hugfangandi orku, sum serliga kemur til sjóndar, tá hon er á palli. Eivør hevur í skjótt tvey áratíggju borið ljóðið av føroyskum mjørkatámi, aldututli og brimi út um allan heim. Hennara fyrstu konsertferðir í Bretlandi í 2017 og USA, saman við heimskenda norska bólkinum Wardruna, í 2018 vóru báðar útseldar. Hvar hon so er, so fangar Eivør altíð áhoyrarnar við sínari tónlistaligu orku, sum framhaldandi mennist við hennara nógvu konsertum kring heimin.
“Eg trívist best á pallinum. Sangirnir fáa eitt nýtt lív, tá eg spæli teir frammanfyri áhoyrarum”.
Tónleikurin hjá Eivør hevur sín uppruna í føroyskum fólkatónleiki, men hon fær eisini stóran íblástur frá nýggjum tónlistaligum rákum, har ið hon sær óendaligar møguleikar innan elektroniskan tónleik. Eyðkenda blandið hjá Eivør av nýggjum og gomlum, tí heimliga og alheimsliga skapar eina framhaldandi rannsakan av ljóðum, sum er líka støðug, sum suðið í havinum.