Vit hava fleiri ferðir áður havt bólkin á vitjan, og tey, sum hava hoyrt og sæð Afenginn, gloyma ikki lívliga oddamannin Kim Nyberg – sprelska og langa finnan, eyðkendur við sínum síðu dreadlocks, ið flúgva higar og hagar.
Tónleikurin er fleirmentaður og altíð í menning. Fyrr var nógvur íblástur av klezmer at hoyra, og enn hoyrast týðilig spor av hesum í bæði tónum og stevi. Tó er tónleikurin í dag meira stórsligin og filmiskur – men als ikki keðiligur.