Vit fáa serstaka vitjan á G! í ár, tá ið vælmannaði bólkurin Orkesta Mendoza kemur allan vegin úr Meksiko.
Og hettar lata vit ikki fara ósvarað framvið, tí tá ið teir koma her, fara vit har! Fríggjadagin fara vit at pynta, gera margaritas og at eta tacos, tá ið lívligi og veitslukendi bólkurin Orkesta Mendoza kemur. Lívið er stutt og skal njótast við góðum fólki, mati og tónleiki.