Seinast Dan Olsen spældi í Föroyum var í 2015. Lögið onkursvegna, tá ið tú hugsar um, at hann nærum hevur verið at hoyrt í útvarpinum dagliga líka síðani tá. Har siga tey oftast á enskum "Dææn Oulsön", helst tí tónleikur hansara ljóðar, sum altjóðaligur poppur av besta slag. Nú kemur hann heim aftur at framföra, og her kalla vit hann so bara Dan Olsen. Men lötan verður serstök, tí tað verður júst Dan Olsen, sum fer at vera fyrsti framförandi á Götusandi hósdagin 16. juli – heiðursplássið, at byrja á sandinum, sum undanfarna ár fall Beini í lut.