Silvurdrongur, sum er listarliga navnið Trygvi Danielsen hevur í tónleikinum, er uttan iva eitt av stórstu skaldunum í okkara tíð. Ein nýmótans yrkjari, ið megnar at samantvinna popplist við skrivilist. Ein orðasnillingur sum fáur. Umframt hettar er Silvurdrongur ein óvanligur og óvanliga spennandi upptraðkari. Örskapur og samkensla eru vavd saman í eina framúrskarandi og púra ókúgaða verð, sum Silvurdrongur leggur fyri dagin, tá ið hann trínur á pall. Í fjör spældi hann úti á Götuvík í mjörkanum á einum báti fyri nökrum fáum útlendskum gestum. Tann eini journalisturin skrivaði seinni, at konsertin var so góð, at mátti sökja sær hjálp frá sálarfröðingi, tí at allar aðrar konsertir eftir hettar vóru óbrúkiligar, um ikki tær hövdu mjörka, aldututl og likkukór aftanfyri. Stór orð, men tú skilur hann væl.