Tey hava m.a. spælt á Roskilde festivalinum og á Montreal Jazz Festival í Kanada, og í summar spæla tey á G! Talan er um danska bólkin AySay, har fjölmentaða songkvinnan Luna Ersahin stendur í miðjuni og spælir saz, sum er streingjaljóðföri úr miðeystri. Kring hana eru Aske Døssing Bendixen og Carl West Hosbond. Tónleikurin er ein samanrenning av mentanarligum íblástri úr turkiskum, kurdiskum og donskum fólkatónleiki, sum er blandaður við elektroniskan popp