Íslendski vinur okkara, Ásgeir, verður aftur at hoyra á G! í ár.
Við sær hevur hann spildurnýggju plátuna Julia, sum longu hevur verið nógv at hoyrt í Kringvarpinum.
Ásgeir er eitt hitt kendasta navnið nakrantíð úr Íslandi, og er kendur fyri sína eyðkendu bleytu falsett og djúphugsna huglag í lögunum. Eisini er hann, hóast stillförur, ein undangongumaður og stór kelda til íblástur hjá mongum lagsmiði og framleiðara, tí hann altíð megnar at leggja okkurt áhugavert afturat tónleikinum, sum annars kennist so lættur at lurta eftir.