Okkara egna bygdargenta úr Syðrugötu, Elinborg, hevur veruliga tikið dik á seg seinnu árini. Songkvinna sum fá, hevur hon lagt seg eftir einum djörvum, myrkum, elektroniskum ljóði, sum hevur vakt stóran ans uttanlands. Herfyri spældi Elinborg í Meksiko til stórt átak, har hon gav sítt umráðandi íkast, tá ið ljós skuldi varpast á norðurlendskan tónleik. Vit eru sera spent at hoyra eina nógv menta Elinborg aftur á G! festivalinum í summar.