Seinastu árini hava vit hoyrt staklög og EP útgávur frá Marionnu Winter, har tað mesta havur verið rættiliga R&B kent. Um nakrar mánaðir letur Marianna Winter frá sær sína fyrstu heildarútgávu, sum hon hevur gjört saman við Ragnari Finsson. Nökur staklög eru longu úti, og ikki kann sigast annað, enn at tað boðar frá góðum. Tað er ein nýggjur heimur, sum onkursvegna er skitin men samstundis ótrúliga vælljóðandi. Eitt slag av skitnum og undurfullum poppi, sum helst er natúrligt úrslit av samanrunna mentanararvinum tú ber, tá ið tú ert hálv kalifornisk L.A dama og hálv streymoysk havnadama.
Spennandi verður at hoyra spildurnýggjar tónar, tá ið Marianna Winter kemur at framföra á G! við einum framúr bólki!
Sí meira á YouTube