Beinir var 13 ára gamal, tá hann fyri 4 árum síðan gav út fløguna ”Kom við” við egnum tekstum og løgum. Framman undan var hann gittarspælari og sangari í Óvita Blues Band og Kulumrótum. Í 3 ár fram til jóla í fjør búðu Beinir og familjan í Spania. Beinir hevur júst verið í studio í Spania og tikið upp 10 løg til nýggja fløgu, sum kemur í heyst. Hesaferð eru tekstirnir á enskum. Beinir og bólkur hansara fara at spæla nøkur av nýggju løgunum umframt okkurt av teimum gomlu, m.a. Sápubløðruna og blues´aran um Neyðars stórabeiggja.