Son of Fortune (FO)

Eitt fullmánakvøld í juli 2015 fóru eg og Jan Rúni inn í venjingarhølið hjá hornorkestrinum í Fuglafirði við gittara og trummum at jamma. Hetta hølið hevur stóran týdning fyri okkum, tí sum tannáringar var júst hetta hølið karmur um okkara tónlistarligu gransking og menning - tímar vórðu brúktir har at venja, spæla og tosa tónleik.

Mánin stóð í fullum blóma og í hesum kendu hølunum floymdu hugskot, riff og melodiir úr okkum.
Tað, ið sprettist úr okkum hetta kvøldi, var tað sum fór at blíva til Son of Fortune og eitt nýtt tíðarskeið var byrjað.

Stutt eftir gandakenda jammið í juli 2015 fóru Jan Rúni, Mikael og eg (power trioin) í studio Bunkarin, við Fred Ruddick sum upptøkumanni, og har arrangeraðu vit løgini liðugt og festu tey á band.

Tað tók okkum nógv longri tíð at fáa Son of Fortune liðugt og út til tykkum enn vit upprunaliga ætlaðu.
Mín síðumaður í Ave, og fasti tekstskrivari, fekk eina heilabløðing í 2015 og í mai 2016 mundi eg mist nýføddu dóttir mína, hon hevur ein hjartafeil, “coarctatio aortae”.

Lívið hevði aðrar ætlanir enn eg.

Eg vóni tit taka væl ímóti tí, og at tit vilja fylgjast við mær á hesari nýggju leið, har artist navni “Benjamin” er lagt á hillina og Son of Fortune traðkar fram.

Vit gleða okkum at framføra fyri tykkum!

Vinaliga Benjamin

Purchase ticket

Urbanus

Orkesta Mendoza

Collignon

Dan Olsen

Silvurdrongur (FO)

Lea Kampmann (FO)

AySay (DK)

Ásgeir (IS)

Oliver Tree (USA)

Duo Ruut (EST)

Sakaris (FO)

Joe & The Shitboys (FO)

Clickhaze (FO)

Dögg Nónsgjógv (FO)

Moyka (NO)

Printz Board & the Butter Funk Family (USA)

Marianna Winter (FO)

Alterne (DK,BE,FI)

Elinborg (FO)

Tamikrest (ML)

Jerub (UK)

Bolstad (FO)

Lynks (UK)

Guðrið Hansdóttir (FO)

Tunghoyrt (FO)

Fantastic Negrito (US)

FRÆNDUR (FO)

IRAH (UK)

2025

2024

2023

2022

2021

2020

2019

2018

2017

2016