Teitur (FO)

Teitur framførir Poetry & Aeroplanes.

Í 2003 kom fyrsta altjóða útgávan hjá Teitur á Universal Records, ‘Poetry & Aeroplanes’ út. Hon var framleidd av stjørnuframleiðaranum Rupert Hine og upptikin í Los Angeles og Spania. Einføldu og hjartaligu sangirnir fóru beint inn hjá ummælarunum og blivu nógv spældir á universitetsútvarpum í USA.

Teitur fór á drúgva konsertferð í USA og Kanada við fleiri hundrað konsertum og vakti ansin hjá tónlistarfólkum sum eitt nú John Mayer, Rufus Wainwright, Aimee Mann og KT Tunstall, ið øll tóku hann við sær á túr.

Sangir av útgávuni sum eitt nú 'Sleeping with the lights on', 'I was just thinking', 'Josephine' og 'You're the Ocean' gjørdust partur av kensluliga landslagnum hjá mongum lesandi hesa tíðina. Og at ‘One and Only' bleiv brúktur í stórum Hollywood filmum fekk boðskapin um Teitur út til eina nógv størri áhoyrarafjøld.

Teitur hevur síðani vunnið alskyns heiðurslønir, givið út ein hóp av fløgum, samstarvað við stórar stjórnur, túrað kring allan knøttin og skrivað sangir til m.a. Seal og Corinne Bailey Rae.

Poetry & Aeroplanes er vorðin ein nógv umbiðin Singer/Songwriter klassikari og er, eins og gott vín, bara vorðin betri og meira virðismikil við tíðini. So líðandi hevur Teitur følt seg meira og meira drignan at framføra útgávuna í síni heild, í somu raðfylgju og við fullmannaðum bólki og strúkikvartett. Hetta gjørdi hann so á fyrsta sinni á sera væl fagnaðu uttandura konsertini í Tivoli í Keypmannahavn á sumri í fjør og síðani á útvaldum spælistøðum gjøgnum veturin. Nú kemur Teitur so heim til Føroyar og G! við hesi heilt serligu konsertuppsetingini. Vit gleða okkum.

Purchase ticket

Anamē (NO/SE)

Bear The Ant (IS)

Beinir (FO)

Benjamin Rajani (FO)

Blue Giant Orkestar (SCO)

Cult Member (NO)

DakhaBrakha (UA)

Danny & the Veetos (FO)

DJ 2xSlay & Trygvi (FO)

Ebbb (UK)

Eivør (FO)

Emil Karlsen (NO)

Emiliana Torrini (IS)

Erkki Virkkala & Iikka Huntus (FIN)

Ester Skála (FO)

Frankfurt Helmet (CN)

Greta Svabo (FO)

GØ (FO)

Hallur Joensen (FO)

Hamradun (FO)

Hatari (IS)

jazzygold (FO)

Jóannes Joensen / Bass Elvis (FO)

Kaleo (IS)

Lewis Fitzgerald (UK)

Lívia Mattos (BRA)

Lyon Hansen (FO)

Marius DC (FO)

Nusantara Beat (NL)

Punching Bag (US)

Sandavágur Soundsystem (FO)

Silent Disco Club (NO)

Stuzzi (SE)

SunDog (US)

Tamara Mneney (FO)

Trentemøller (DK)

Tunghoyrt (FO)

ULD (NO)

2024

2023

2022

2021

2020

2019

2018

2017

2016