Og meðan bólkurin manar fram ódn og brim, er fremsti maður á brúnni mergjaði sangarin og sagnarhetjan, Pól Arni Holm, ein hin mest karismatiski tónleikarin vit nakrantíð hava átt. Livdu vit fyri góðum 1000 árum síðani, hövdu hesir helst hertikið Ongland, ella siglt til ókend og fjarskotin lond fyri vestan.
Men sum nú er mugu teir taka til takkar við götusand, og tað gleða vit okkum sanniliga til! Komið og syngið og stígið við til kvæðasangin og tunga rokkstevið, tá ið Hamradun verður á G! 17.-19. juli!