26 nov 2024

Marius DC spýtir rím á G!

Soleiðis siga tey á enskum, um ein sum dugir væl at rappa — at hann spýtir rím. Og helst er eingin á hesum klettum, ið spýtir rím betur enn Marius DC.

Hóast Marius DC enn er ein ungur maður, júst vorðin 21 ár, hevur evnaríki rapparin longu verið heimskendur í Föroyum í fleiri ár.

Hann hevur fleiri útgávur á baki, men er júst nú frammi við spildurnýggju útgávu síni "Listamaður", har hann rappar á föroyskum. Og tað tykist, sum at nú er hesin rapparin veruliga við at finna sína egnu rödd! At talan er um eitt satt arbeiðsross, prógvar hann í verki við nýggju útgávuni, tí hann hevur sjálvur skrivað og framleitt allan tónleikin.

Marius DC er förandi röddin innan hipp hopp í Föroyum, og vit eru sera spent at hoyra hvussu föroyskt hipp hopp ljóðar anno 2025!

Snara tær keppin á skák og kom á G!, sum verður hildin dagarnar 17.-19. juli í 2025.

18 jul 2025
Bussar á G!

Bussar eru frá og til festivaløkinum. Her finnur tú nærri kunning um teir. Les meira »

18 jul 2025
Dagur 1 - Samanumtöka

G! Festivalurin er í gongd, og longu nú er fyrsti dagur farin afturum, og á denn fyrsti dagur, ið vit fingu. Les meira »

18 jul 2025
Morgunmatur til festivalfólkið

Í Víkingahúsinum í Norðragötu og í niðaru hædd í Valhöll í Syðrugötu, verður morgunmatur frá kl. 10-13 fríggjamorgun og leygarmorgun.   Les meira »

17 jul 2025
Dagur 0 samanumtöka

Dagurin har tjaldingin lat upp við diskoteki, meðan vit fingu tær seinastu fyrireikingarnar frá hond. Les meira »

16 jul 2025
Tak börnini við á G!

G! er eisini veitslan hjá börninum! Besti dagurin í árinum! Barnatiltakið verður á spæliplássinum, har vit bjóða fulla skrá frá kl. 12.50 til 15.15. Börn 12 ár og yngri sleppa ókeypis á G! í fylgi við… Les meira »

9 jul 2025
Tak G! appina niður nú

Vilt tú fylgja við í skránni? Fáa yvirblikk? Tryggja tær, at tú minnist til at fara á allar tær röttu konsertirnar? Les meira »