Gerst sjálvboðin

TAKK FYRI AT TÚ VÍSIR ÁHUGA FYRI AT GERAST SJÁLVBOÐIN Á G!

G! festivalurin hevur tørv á nógvari sjálvboðnari arbeiðsmegi til festivalin.

Vit hava serliga tørv á fólki til ruddingar- og vaktararbeiði, men taka eisini hvørt ár nøkur sjálvboðin inn til ymsar aðrar uppgávur. Sjálvboðin skulu vanliga vera fylt 18 ár, men til ruddingararbeiði ber til at vera yngri.

Sum sjálvboðin kemur tú at arbeiða 12 tímar undir festivalinum og fært eitt ókeypis vikuskiftispass afturfyri.

Tilmelda teg at gerast sjálvboðin