Tak börnini við á G!
G! er eisini veitslan hjá börninum! Besti dagurin í árinum! Barnatiltakið verður á spæliplássinum, har vit bjóða fulla skrá frá kl. 12.50 til 15.15. Börn 12 ár og yngri sleppa ókeypis á G! í fylgi við vaksnum.
Barnaskráin á spæliplássinum leygurdagin 19. juli.
Á pallinum
- 12.50 Angela og Rógvi bjóða vælkomin
- 13.00 Neytakonurnar, sangleikur
- 13.30 Gyklarin Rógvi
- 14.00 Angela og Hannibal, familjuundirhald
- 14.30 Bjöllurnar, 5 messingspælarar, konsert við kendum barnasangum
- 15.00 Angela bjóðar Erkki & Iikka vælkomnum. Tveir violinistar úr Finlandi, ið spæla til dans á spæliplássinum
- 15.15 Barnatiltakið endar
Á spæliplássinum
Kl. 13.00-15.00
Komið og smakkið vælumtóktu “eplahvirlurnar” frá Irdi’sa úr Skopun.
- Andlitsmáling
- Sápublörðuverkstaður
- Skapandi verkstaður – mála steinar
Alt er sjálvandi ókeypis. Vit gleða okkum at síggja tykkum á BarnaG!