27 Jan 2023

Seks stórar röddir á G!

Danska superstjörnan Jada, íslendska popp prinsessan Bríet, hugtakandi finska songkvinnan Irene, föroyskt/danska gothpopp sensatiónin Brimheim, dansivinarliga svenska alt-popp navnið Lucky Lo og okkara egna diva Eivør, eru tey, ið vit í dag kunngera, sum ársins fyrstu növn á G!.

Vit eru ómetaliga glað fyri, at kunna bjóða eitt so spennandi úrval í fyrstu slepping av növnum.

Jada

Jada hevur við síni stóru rödd, væl snaraðu popplögum og soulkenda R&B ljóði, sett seg til borðs við toppnövnunum í donskum tónleiki. Hennara hjartaligi og erligi tónleikaheimur skumpar undir mörk, genrur og rák. Hetta hevur skapt virðing fyri henni bæði úti og heima. Ummælarar og fjepparar eru á einum máli, Jada er framúr.

Fyrsta útgávan ’I Cry A Lot’ frá 2019 fekk fimm stjörnur í Politiken, Gaffa og Soundvenue, og verður mett sum eitt stórverk. 

Á aðru plátu síni, ið kom út í maj í fjör, arbeiddi Jada við teimum fýra elementunum, eldi, jörð, luft og vatni. Útgávan, ’Elements’, tekur lurtaran við á eina ferð gjögnum eitt hav av kenslum, upplivingum og litbrögdum. 

Fyri stuttum gav Jada út staklagið ’Saturn Return’ saman við Mø, ið vit minnast sum  hövuðsnavnið á G! í 2017.

Jada hevur spælt á störstu festivalunum í heimlandinum og í november spældi hon eina stóra konsert í Royal Arena. Nú gleðir Jada seg til at spæla fyri tykkum á Götusandi, og um ummælini av framförsluni á Orange pallinum á Roskilde festivalinum í fjör eru eftirfarandi, so verður tað ein framförsla, ið er ein ’Historisk triumf' og 'Vanvittig imponerende!’ Í öllum förum er talan um eitt av hövuðsnövnunum í föroyska festivalsummarinum. 

Bríet

Á Iceland Airwaves í fjör var Bríet eitt av hövuðsnövnum, og tað er ikki uttan orsök. Eftir eina meistarliga framförslu á hövuðspallinum fríggjakvöld, fylti hon stóru höllina í Landsbankanum við fólki leygardag seinnapart. Har vóru ung sum gomul, og hæddarpunktið var uttan iva, tá ið eini fimtan börn úr áskoðarafjöldini fóru á pallin við henni og sungu stóra hittið ’Esjan’ úr einum enda í annan. Her var eingin ivi um, at hetta var eitt tað fólkakærasta navnið á íslendska tónleikapallinum.

Evnini at vinna hjörtuni hjá bæði ummælarum og áskoðarum eru eyðsýnd. Hetta hevur havt við sær útseldar konsertir, hópin av stroymingum og eina röð av viðurkenningum. Í 2021 vann hon heiðurin fyri ársins útgávu, besta sangara og besta teksthövund av íslendsku tónlistaheiðurslönunum.

Stóru hittini ’Esjan’, ’Fimm’ og ’Rólegur kúreki’ eru fólkaogn í heimlandinum, og nú byrjar umheimurin veruliga at varnast songkvinnuna. Nógv er, ið bendur á, at hon verður næsta íslendska navnið at leggja heimin fyri sínar fötur.

Í vetur var hon eina lítla konsertferð í Föroyum, har hon spældi tríggjar rættiliga akustiskar og inniligar konsertir, men á G! verður tað stór poppframförsla, ið kemur, við skreyt og skrúð, tí tað er Bríet sanniliga eisini. Hon ger nógv burturúr tí visuella og er sera dugnalig fjöllistakvinna, har tað visuella hevur eitt stórt pláss á konsertunum. 

Irene

Ráur, sansaligur norðurlendskur listapoppur kallar onkur tónleikin hjá Irene, og tað er ivaleyst ikki heilt av lagi lýsing. Tí hetta er hugtakandi. Songkvinnan er eisini lýst sum finska kærleiksbarnið hjá Björk, Fever Rey og Kate Bush. 

Hon gjördi fyrstu ferð vart við seg í 2017, við staklagnum ’Keep on Walking’. Har serliga sjónbandalagið vakti ans. Irene, ið frá hon var 5 ára gomul varð vand sum klassiskur klaverleikari, setur í sjónbandalagnum eld á eitt flygil, ið verður kolað upp. Hetta var hennara uppgerð við klaverlæraran, ið hevði kynsliga misnýtt hana í 10 ár. 

Lagið og eldurin markeraðu eina nýggja byrjan fyri Irenu. Longu tá ið hon fyrstu ferð settist við klaverið fann hon eitt heilt serligt tilknýti til svörtu og hvítu tangentarnar. Men kynsligi harðskapurin hjá klaverlæraranum kastaði sínar myrku skuggar yvir tónleikin og alt lívið hjá Irenu. Við útgávuni _av ’Keep On Walking’ tók hon valdið á lívi sínum og tónleikinum. 

Myrkrið er har enn, men verður nú brúkt skapandi. Hon skrivar hugvekjandi, djúpar tekstir og ger lög, ið gamaní eru listarlig, men sum eisini hava stóra poppdygd. Irene samstarvar m.a. við Davide Rossi, ið er best kendur sum orkesturstjóri hjá Coldplay.

Í 2022 gjördi Irene veruliga vart við seg, tá ið hon skrivaði tónleikin til heimildarröðina ’Untold Arctic Wars’.

Okkara bókingartoymi fall fyri Irenu, tá ið tey hoyrdu hana á konsert. Hennara framförsla var innilig, rörandi og vælljóðandi, og vit máttu bjóða henni á G!,fyri at tit eisini skulu sleppa at uppliva hennara hugtakandi tónlistarliga heim. 

Brimheim

Tað eru nógv ár síðan Helena Heinesen Rebensdorff seinast spældi á G!. Hetta var langt áðrenn hálvt föroyska hálvt danska songkvinnan fór undir Brimheim verkætlanina. Ein verkætlan, ið hevur lyft hana upp í hæddirnar, sum eitt av mest spennandi rokknövnunum á danska tónleikapallinum. 

Fyrsta heildarútgávan, ’I Can't Hate Myself Into Another Shape’ er ein av mest ummælararóstu útgávunum í Danmark seinasta árið. Útgávan er persónlig og bersögin, men hon er eisini góðir sangir og góður rokkur.

Brimheim er umframt Helenu ein væl samanspældur ungur bólkur, ið seinasta árið hevur fingið alsamt störri pallroyndir. 

Brimheim hevur ferðast víða um við sínum tónleiki, og hevur m.a. umboðað Föroyar á stórum ídnaðarfestivalum, sum Iceland Airwaves, By:Larm og Euro Sonic. 

Á Faroese Music Awards í 2022 var Brimheim stóri vinnarin, og nú Gaffa hevur avdúkað tilnevningarnar til ársins Gaffa heiður, hevur Brimheim möguleika at vinna seks ymiskar heiðurslönir. 

Hetta er við öðrum orðum eitt av mest spennandi norðurlendsku tónleikanövnunum í lötuni, og ein upplagdur bólkur til G! skránna. 

Lucky Lo

Svenska Lo Ersare hevur seinastu nýggju árini búð í Keypmannahavn. Ofta hevur hon lívbjargað sær sum fólkatónleikari í götunum á Christianshavn, við eini banjo í hond, sínum góðu lögum og bergtakandi rödd. 

Lo hevur arbeitt við bulgarskum og japanskum tónleiki, og alt hetta hoyrist í ljóðmyndini hjá Lucky Lo, júst sum svensku poppröturnar gera. 

Hetta er alt-poppur, litfagur, erligur, kensluborin og ektaður tónleikur, ið flytir seg millum tað dansivinarliga og tað inniliga, altíð borin av hesi somu röddini við so nógvari dýpd og inniligheit. 

Fyrsta útgávan hjá Lucky Lo ’Supercarry’ kom út í mars í fjör, og síðani tá hevur bólkurin ferðast kring Danmark við tónleikinum.

Lucky Lo er ein bólkur, ið ummælararnir hava róst til skíggja og sum ferð eftir ferð hevur víst á palli, at tey liva upp til stóru orðini. Vit eru tí serstakliga glað fyri, at hava fingið bólkin hendan vegin.

Eivør

Summar kærleikssögur hava ongan enda og halda á at vera lukkuligar. Hetta eru tær ordiliga vökru. 

Tá ið Eivør í 2002 stóð á odda fyri Clickhaze á allar fyrsta G! festivalinum, á allar fyrsta föroyska tónleika festivalinum. Mundi tað vera tey fægstu, ið spáddu, at vit tjúgu ár seinni hövdu hugtakið ’föroyska festivalsummarið’.

Henda góðveðurdag á einum palli bygdum av plattum og sandi byrjaði ein kærleikssöga millum Eivør og G!.

Uppvaksin í Syðrugötu, og partur av júst sama umhvörvi, sum skapti festivalin og enn er karmur um hann, er kærleikin bæði upplagdur og eyðsýndur. Okkurt árið hevur tað verið á spæliplássinum, okkurt annað ár hevur tað verið á sandinum, og enntá hevur tað verið onkur stovukonsert okkurt árið. 

Eivør og G! hoyra saman, og vit eru tí aftur í ár errin av, at ivaleyst Föroya kendasta og best dámda songkvinna Eivør er á skránni. Eivør elskar G! og G! elskar Eivør.

Sum í öllum góðum kærleikssögum er týdningarmikið, at ikki troyttast av hvør øðrum. Tað er ongantíð ein trupulleiki við Eivør, tí sum listakvinna hevur hon altíð dugað at endurnýggja seg og mennast. 

Seinastu árini eru konsertferðirnar út í heim störri og drúgvari. Eivør ferðast við sínum vælspælandi bólki um allan heimin. Tey koma tí á G! Í toppformi og hendan kærleikssögan fær enn eitt kapittul - vælkomin heim, Eivør. 

13 Mar 2023
RSP & 200 join the line up

This week we have announced seven Faroese artists on our line up, the last two names are original punk rock band 200 and Hip Hop act RSP. The original Faroese punk band 200 just finished recording… Read more »

10 Mar 2023
Annika Hoydal plays G!

Annika Hoydal is a Faroese singer, actor and songwriter - at the age of 76, Annika is still going strong, with here new album "Leysir endar" due to be released in May. Annika grew up in the Faroe Isl… Read more »

9 Mar 2023
Hogni plays G!

Hogni is a Faroese musician, music writer and producer, and consistently one of the best acts on the Faroese Music scene over the last 20 years.  Hogni has played some of the best concerts we've ever… Read more »

8 Mar 2023
Marius DC brings Hip Hop to the G! Festival

19 year old rapper Marius DC is one of the most exciting new names in Faroese music. Lyrically proficient in Faroese, English and Danish, the self-produced, self taught MC seems to be growing exponent… Read more »

7 Mar 2023
Byrta return to G!

Faroese Electro Pop Duo Byrta are returning to the stage after years in hiatus. The concert will mark the 10th anniversary for their debut album Byrta.  The album rocketed them to the top of the Faro… Read more »

6 Mar 2023
Marius Ziska plays G!

Marius Ziska has been one of the best songwriters in the Faroe Island for the last two decades, something that really showed, when the band played three sold out shows with The Faroese Symphony Orches… Read more »