25 Feb 2022

G! kunnger fleiri nøvn til 2022 skránna

Á G! 2022 fara vit a hitta ein høgt elskaðan og nógv saknaðan kenning.

Íslendski Ásgeir Trausti. Hann spældi á G! í 2013. Tá hevði hann júst útgivið plátuna “dýrð í dauðaþögn”, ein útgáva, ið veruliga setti ferð á yrkisleiðina hjá Ásgeiri, og fördi til at hann vann bestu popp/rokk útgávuna, ársins stjörnuskot, “Public Choice Award”, og eina Iceland music Award. Ásgeir telist millum teir mest seljandi íslendsku tónleikaranar, saman við Björk og Sigur Rós. Nýggjasta útgávan hjá Ásgeiri “Bury The Moon”, sum kom út í 2020, bleiv nógv róst av tónleikaummælarum, og fleiri samanbóru hann við Bon Iver.

Íslendski Daði Freyr varð spáddur at vinna Eurovision í 2020, men endaliga kappingin bleiv tíverri avlýst av koronu. Daði Freyr framfördi sangin “Think About Things”, og ikki síðan finsku Lordi við skrímsl-maskunum, hevur nakar bergtikið áhoyrararnar í störstu sangkappingini í heiminum, Eurovision, líka nógv sum Íslendski Daði Freyr. Sangurin er stroymdur meira enn hundrað milliónir ferðir, og er spældur í útvörpum runt heimin eina milliard ferðir. “Think about things” bleiv eitt hitt á Tik Tok, var nummar eitt á heimslistanum hjá Shazam í 2020, og vann eina silvur plátu í Bretlandi.

Við yvir 20 ára royndum er trinidadiski Jillionaire ein av teimum fremstu slóðbrótarunum innan elektroniskan tónleik í nýggjari tíð. Sum fyrrverandi limur í Major Lazer, ið vit serliga kenna frá sangum sum: “Lean On” við MØ, “Cold Water” við Justin Bieber, “Already” við Beyonce og “Watch Out For This” við Daddy Yankee, var Jillionaire við til at broyta hövuðsrákið í ljóðinum á tónleikinum, og fekk elektroniskan tónleik fram á teir störstu festivalarnar í heiminum. Jillionaire fór úr Major Lazer, beint áðrenn koronu, fyri at leggja orkuna í sítt egna plátufelag, og solo yrkisleið. Vit viðmæla öllum, at hyggja eftir Major Lazer “live” framförslum á netinum, fyri at síggja hvat tit kunnu vænta tykkum av Jillionaire á Götusandi.

Marius Ziska kenna vit öll. Hann er ein av okkara mest evnaríku sangskrivarum, og tað er ringt at finna ein föroying, sum er spældur oftari í útvarpinum enn Marius Ziska. Nýggja staklagið “Síggja Av Nýggjum” er aftur ein oyrafangari frá Mariusi, og hetta er fyrsta staklag frá komandi heildarútgávuni hjá honum, ið vit bíða sera spent eftir.

Okkara egna Marianna Winter verður eisini við á G! fyri fyrstu ferð. Á nýggjastu EP’ini hjá henni, sum kom út í síðstu viku, hoyra vit eina evnaríka unga damu, sum skapar tónleik við einum altjóða ljóði, og vit eru øðiliga spent at fylgja við gongdini hjá unga stjørnuskotinum, sum vit spáa hevur eina bjarta framtíð í tónleikaheiminum. 

Norski disco prinsurin Skatebård er aftur á skránni saman við landsmonnunum Giddygang & Vuyo, sum spæla eina blanding av Hip-Hop, Soul og Jazz.

Iotunn er ein danskur/føroyskur progressivur málmbólkur við Jón Aldará á odda. Tónleikurin ferðast millum kosmisku, progressivu og larmandi tilveruna, og úrslitið er stórfingið! Tað verður spælt við tankan um at ferðast gjögnum rúmdina, í eini roynd at finna svar uppá dómadagin, og allar tær kenslur ein slík ferð hevur við sær. Mann kann ikki siga annað enn, at tað riggar, tí útgávan “Access All Worlds” er eitt meistarverk! Tónleikaummælarar hava róst útgávuni upp um skýggini, og tað er ringt at finna eitt ummæli, sum er undir níggju av tíggju stjörnum.

Fyrireikingarnar til G! 2022 koyra við fullari ferð, og eru longu átjan tónleikanövn kunngjörd. Fyrru ferðina vóru José González, Carlene Carter, Eivør, Tessa, Joe & The Shitboys, La Fleur, Katla, Lea Kampmann, Gaye Su Akyol, og Horrse kunngjörd.

Atgongumerki fáast til keyps á heimasíðuni, og tað ræður um at skunda sær, tí keypir tú innan fyrsta mars SPARIR tú kr. 500, samanbera vit prísin við dyrnar.

19 Jul 2024
  Satisfy your taste buds

The infamous ROKK BBQ team, Sólfinn Danielsen, Jákup Sumberg, and Benjamin Petersen, offer something as exciting as natural wine and seafood, on Friday from 17:00-20:00 at Rönn. Read more »

19 Jul 2024
Friday at G!

Another Day of Music and Good Vibes Awaits! Read more »

19 Jul 2024
The Hike from Leirvík to Göta Over the Mountain will be at 12 PM

  The hike will now start at 12 PM from Leirvík, not at 2 PM as previously announced. Register at paulajespersen@gmail.com or by phone at 229098 - limited availability. Meeting point: Á Bakka 8, Lei… Read more »

18 Jul 2024
G! Festival starts today

Thursday, July 18, 2024, Syðrugöta Read more »

15 Jul 2024
The Faroese Invasion of Iceland: Panel Discussion at the G! Festival

This year's G! Festival will feature an exciting panel discussion titled 'The Faroese Invasion of Iceland.' The discussion will focus on the early 2000s, when Faroese bands like Týr, Clickhaze, Krit,… Read more »

10 Jul 2024
Júxn - a cultural hub

Welcome to the Júxn stage at G! Festival 2024, a vibrant hub of cultural exploration and expression. Previously known as Fjósið, this dynamic space has now expanded into three unique areas: the origin… Read more »