G! 2018 lakkar móti endanum
Eitt einastandandi vikuskifti lakkar móti endanum. Lít aftur á ógloymandi løtur frá hósdegnum saman við okkum
Fyri fyrstu ferð í føroyskari festivalsøgu var G! Festival 2018 hesa ferð fýra dagar langur. Nú lakkar kortini móti endanum. Í skrivandi stund savnast festivalgestirnir rundan um Eivør á Spæliplássinum og seinni deilir fjøldin seg óivað í tvey, tá elektro verður í Grundini, meðan country verður í Fjósinum.